Í heimligu kappingunum hevur Petur Knudsen skorað næstan helvtina av sínum málum í ár móti nærmastu kappingarneytunum KÍ.
Petur Knudsen skoraði sunnudagin fyrra málið hjá NSÍ í 83. minutti, sum setti lív í NSÍ, sum fram til tá ikki sá út til at fara at skora nakað mál yvirhøvur, tí teir gulu komu ikki til málmøguleikar. Dysturin broyttist, sum vanligt er, tá lið førir 2-0, og í endanum javnaði NSÍ. Ein javnleikur sum kann fara at avgera FM í ár.
Petur Knudsen hevur sambært FaroeSoccer skorað 15 mál í ár. Trý av teimum í altjóða fótbólti. Í heimligu kappingunum hevur han skorað 12 mál, harav fimm móti KÍ. Trý í kappingini um løgmanssteypið og tvey í landskappingini. Hann hevur sostatt skorað 42 % av sínum málum í heimligu kappingunum móti KÍ.
Eingin annar leikari hevur skorað meir enn í mesta lagi tvey mál móti KÍ í ár.