Ein maður við fortíð í føroyskum fótbólti er í hesum døgum mitt í einum av mest umrøddu spælarahandlunum í Premier League.
Bakary Bojang, sum áður spældi við B71 árini 2011, 2012, 2017 og 2018 og eisini hevur verið venjari í felagnum, er umboðsmaður hjá Brighton-leikaranum Yankuba Minteh. Nú arbeiðir Bojang við einum møguligum stórskifti hjá 22 ára gamla gambiska landsliðsleikaranum til Liverpool.
Sambært The Guardian hevur Liverpool longu fingið eitt boð á 50 milliónir pund fyri Minteh vrakað av Brighton. Aðrir miðlar skriva, at Brighton eisini hevur sagt nei til eitt betri boð á 60 milliónir pund, og at felagið vil hava umleið 70 milliónir pund fyri kantspælaran.
Nú tykist málið vera komið longri. Gambiski miðilin The Voice skrivar, at Bakary Bojang er beinleiðis við í arbeiðinum at fáa skiftið í lag. Hann arbeiðir saman við stóru ensku agentfyritøkuni CAA Stellar í sambandi við møguliga handilin. Sambært miðlinum bíðar Minteh eftir, at Brighton og Liverpool koma longri í samráðingunum, áðrenn persónligu treytirnar verða avgreiddar.
Eisini verður skrivað, at Bojang er farin til Bretlands í sambandi við gongdina í málinum. Liverpool verður sagt at fyrireika enn eitt boð eftir at hava fingið tey fyrstu boðini vrakað.
Frá B71 til stóran Premier League-handil
Bakary Bojang er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Gambiski áleyparin spældi við B71 í nøkur ár og eftir spælaratíðina fór undir arbeiðið sum fótbóltsumboðsmaður, serliga við afrikanskum leikarum.
Ein av teimum er Yankuba Minteh, sum Bojang hevur fylgt í fleiri ár. Minteh kom til Brighton úr Newcastle fyri umleið 30 milliónir pund í 2024 og hevur síðani gjørt vart við seg í Premier League.
Liverpool hevur nú sett eyguni á skjóta høgra kantin, og verður ein avtala gjørd fyri upphæddina, sum verður nevnd í enskum miðlum, kann talan verða um ein handil á 60–70 milliónir pund – umleið 515–600 milliónir krónur.
Harvið kann fyrrverandi B71-leikarin Bakary Bojang fáa ein týðandi leiklut í einum av størstu spælarahandlunum í Premier League í summar.
Bakary Bojang er umboðsmaður hjá trimum leikarum í føroyskum fótbólti. Boucacar Dabo hjá B36, Mohamed Samba hjá TB og Ba Lamin Sowe hjá EB/Streymi.