Sara Benjaminsen skoraði sítt fyrsta mál í donsku A-Liguni, tá FC Nordsjælland sunnudagin vann heili 9-1 á F.C. København. Eisini á U19-liðnum gjørdu føroysku leikararnir vart við seg um vikuskiftið.
Tað gongur væl hjá føroysku gentunum í FC Nordsjælland.
Sunnudagin fekk 17 ára gamla Sara Benjaminsen sítt fyrsta mál í bestu donsku kvinnudeildini. FC Nordsjælland vann stórsigur, 9-1, á F.C. København á Right to Dream Park.
FCN var á odda 6-0 í hálvleikinum, og í 65. minutti skoraði Sara Benjaminsen til 8-0.
Sara skifti úr Skála til FC Nordsjælland í januar.
Sara og Kára skoraðu fyri U19
Sara hevði eisini avgerandi leiklut á U19-liðnum hjá FC Nordsjælland um vikuskiftið. Har vóru báðir føroysku leikararnir, Sara Benjaminsen og Kára Askham Sigurdsson, málskjúttar í 2-2 javnleikinum móti Team Odense Q.
Gestirnir komu á odda 2-0, men eftir knapt ein tíma minkaði Kára Askham Sigurdsson til 1-2.
FC Nordsjælland jagstraði síðani útjavnandi málið, og tað kom í seinasta minutti, tá Sara Benjaminsen skoraði til 2-2 og tryggjaði verandi donsku U19-meistarunum eitt stig.
Tað gjørdist sostatt eitt serliga gott vikuskifti hjá Sara Benjaminsen, sum skoraði bæði fyri U19-liðið og besta liðið hjá FC Nordsjælland, meðan Kára Askham Sigurdsson eisini kom á máltalvuna hjá U19-liðnum.