Í donsku Superliguni liggur talið á 30,1 %, sum er tað hægsta fyri 30 tær bestu deildirnar í Evropa.
Vit hava umvegis FaroeSoccer hugt eftir, hvussu støðan er í Føroyum. Vit hava eisini býtt sundur, um talan er um føroyingar ella útlendingar, ið oftast eru keyptir til felagið uttanífrá.
Víkingur gevur nógv flest spælitíð til U21-leikarar, meðan HB, KÍ og NSÍ liggja langt aftast. Niðanfyri eru tølini hjá Cies Football Observatory, sum hevur gjørt tølini fyri tær 30 bestu deildirnar.

