18 ára gamli Aron Benjaminsen kann vera á veg úr Víkingi. Skotska stórfelagið Hearts, sum endaði nummar tvey í fjør, arbeiðir við at fáa føroyska U21-landsliðsleikaran til felagið.
Skotski miðilin Daily Record skrivar í dag, at Hearts hevur sett eyguni á Aron Benjaminsen, og at arbeitt verður við einum handli, sum kann senda unga føroyingin til skotsku Premiership. Nevnt verður ein upphædd á eina millión krónur.