Eftur bara fýra stig síðstu 11 umførini hevur B68 tikið avgerð um at skifta venjara.
B68 skrivar:
B68 endar samstarvið við Alexander.
Aleksander Jovevic verður ikki venjari hjá B68 restina av kappingarárinum.
B68 hevur tikið avgerð um at enda samstarvið við Aleksander Jovevic, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í ár. Eisini gevst hjálparvenjarin Nenad Saric.
B68 takkar Aleksander og Nenad fyri, at teir við stórum elduga hava lagt nógva tíð og orku í venjarastavið og ynskja teimum alt tað besta framyvir.
Í løtuni verður arbeitt við at finna eina loysn við nýggjum høvuðsvenjara og hjálparvenjara til venjaratoymið hjá besta mansliðnum hjá B68.
Nærri kunning kemur seinni.