Vælumtóktu føroysku fótbóltskortini, sum seinast komu út í 2024, eru nú aftur – og hesaferð er røðin størri og meira spennandi enn nakrantíð áður.
Eins og áður eru føroysku fótbóltsfeløgini umboðað saman við føroysku landsliðunum, bæði á kvinnu- og manssíðuni. Men í ár er eisini ein heilt serlig nýggjheit: Fyri fyrstu ferð eru føroyskar fótbóltslegendur við í savninum.
Tilsamans eru 27 legendur at finna – 22 útileikarar, tríggir málverjar og tvær kvinnur. Tað hevur verið týdningarmikið fyri okkum, at øll feløgini eru umboðað, soleiðis at savnið endurspeglar alla føroysku fótbóltssøguna.
Nú ber millum annað til at fáa legendariskar spælarar sum Toda Jónsson og Jens Martin Knudsen sum fótbóltskort. Vónandi fara legendurnar at vekja góð minni og geva bæði børnum og vaksnum eitt sindur av nostalgi – samstundis sum tær geva einum nýggjum ættarliði møguleikan at læra nakrar av størstu profilunum í føroyskari fótbóltssøgu at kenna.
Finn eitt gullkort og vinn stórar vinningar
Fyri fyrstu ferð eru eisini gullglitrandi kort at finna í røðini. Bert trý ymisk gullkort eru við – eitt frá hvørjum høvuðsstuðli. Ert tú so heppin at finna eitt av teimum serligu gullkortunum í einum pakka, eru góðir vinningar at heinta. Tú kanst lesa meira um gullkortini, vinningarnar og treytirnar á Facebook-síðuni hjá Føroyskum Fótbóltskortum. Við nýggjum spælarum, landsliðsspælarum, 27 legendum og trimum heilt serligum gullkortum er meira spennandi at savna enn nakrantíð áður. Føroysku fótbóltskortini eru nú til sølu í handlum kring landið.