Í dag verður eitt spennandi 20. umfar í MeistaraDeildini.
Stóri dysturin er í Klaksvík, har oddaliðið NSÍ vitjar. NSÍ er trý stig frammanfyri undan dystinum, meðan KÍ hevur betri málmun og kann tí við sigri taka oddasessin.
Á Skála verður botndystur millum B68-Skála. Hetta er formveikasta liðið móti liðnum, sum bara hevur vunnið ein útidyst í bestu deildini síðani 2019. Tí kemur stórt trýst á taparan av hesum dysti.
HB kann við sjeynda sigrinum á rað blanda seg í FM-stríðið, serliga um NSÍ ikki fær fult í Klaksvík.
Við Margáir vitjar AB og vinnur EB/Streymur har, so eru bara trý stig upp til AB, meðan AB manglar lítið í at verða tryggjað í deildini til komandi ár.
Fyrsti dysturin var fyri tveimum døgum síðani, tá tað endaði 0-0 í Sarpugerði fyri aðru ferð í ár millum Víking-B36.