logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2027
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
- Vit eru Havnar Bóltfelag við denti á »felag«
Mynd: hb.fo

- Vit eru Havnar Bóltfelag við denti á »felag«

Skrivað : Jákup Ósá | 18-08-2026 17:16

Málið er, at børn, sum byrja í HB, skulu kunna síggja eina realistiska leið frá barnadeildini, gjøgnum ungdómsdeildina og heilt upp á okkara bestu lið. Vit fara sjálvandi helst altíð eisini at fáa og keypa spælarar aðrastaðni frá. Men framtíðin hjá HB eigur ikki byggjast á, at vit bara fara út og keypa okkum til úrslit. Vit vilja arbeiða okkum til tey. M.a. soleiðis segði nýggja forkvinnan í HB á tiltaki fyri venjarar í HB. HB hevur lagt røðuna út alment og hon kann lesast niðanfyri.

 

HB skrivar:

- Vit eru Havnar Bóltfelag við denti á »felag«

Millum annað hetta segði nýggja forkvinnan, Helga Ellingsgaard, í røðu síni til venjararnar í HB, tá ið ungdómsnevndin fríggjakvøldið skipaði fyri einum frálíkum tiltaki fyri okkara venjarar.

***

Øll røðan kann lesast her:

Gott kvøld øll somul.

Fyrst vil eg siga túsund takk til tykkum í ungdómsnevndini fyri at skipa fyri hesum kvøldinum - og takk fyri, at vit í starvsnevndini eisini eru boðin við.

Eg eri glað fyri, at tit eru so nógv - og at eg kann tosa við tykkum øll samlað, tí eg havi nógv vigtigt at siga um kósina og virðini í HB.

Eg eiti Helga og eri forfólk í starvsnevndini. Liljan og Elin eru eisini her í kvøld. Tær kenna tit helst øll - meðan tað hest eru fleiri tykkara, sum ikki ordiliga vita, hvør eg eri.

So eg skal byrja við einari heilt stuttari HB-søgu.

Síðst í 80’unum var eg ein ung genta, sum ikki hugsaði um so øgiliga nógv annað enn fótbólt. Gentufótbólturin var tá heilt nýggjur, og eg meldaði meg inn í HB.

Vit vandu í einum sandkassa, har Fimi og Tórsvøllur eru í dag, og á grúsinum á Niðara vølli, sum tá vendi hin veg. Og tá graslíkið kom á Ovara vøll, var tað luksus.

Men tað, sum eg minnist best, er í veruleikanum ikki vøllurin. Ella fótbólturin.

Tað er felagsskapurin.

Vit búðu í gamla HB-húsinum. Vit spældu fótbólt, hjálptu til, ruddaðu, gjørdu reint, stóðu í kioskini og vóru saman tvørtur um aldur og kyn.

HB var eitt stað, har mann hoyrdi til.

Síðani er nógv vatn runnið í ánna. Eg havi búð uttanlands, men eri nú flutt heimaftur. Og nú eri eg so aftur her.

Í HB.

Og nógv er broytt. HB er nógv størri, nógv meira professionelt og nógv betur skipað.

Men tað, sum felagið framvegis livir av, er fólk. Tað er felagsskapur.

Og tað eru millum annað tit.

Tit, sum standa á vøllinum fleiri ferðir um vikuna. Tit, sum koma beinleiðis frá arbeiði til venjing. Tit, sum seta keylur út, flyta mál, skriva til foreldur, taka tykkum av einum barni, sum hevur ein ringan dag, og royna at fáa eina rúgvu av sera ymsum børnum at fungera saman.

Sum venjari kann mann onkuntíð freistast at hugsa, at eingin sær tað arbeiðið, mann leggur í. Men tit skulu vita, at vit síggja tað. Og vit seta ómetaliga stóran prís upp á tað.

So fyrst og fremst vil eg vegna starvsnevndina siga tykkum øllum eitt stórt og hjartaligt takk.

Skal eg heilt stutt presentera nýggju nevndina, so kann eg siga, at vit eru øll góð við HB. Vit hava øll eina langa søgu í felagnum, bæði sum leikarar, venjarar og foreldur. Og nú vilja vit geva nakað aftur.

Vit hava nógvar og stórar ambitiónir. Vit fara eisini at broyta ymiskt. Men tað, vit ætla okkum, kann í grundini samanfatast í trimum orðum – ella virðum:

»Felagsskapur«. »Trivnaður«. »Menning«.

Og raðfylgjan er ikki heilt tilvildarlig.

Ein sterkur og góður felagsskapur dregur fleiri at sær – bæði vaksin og børn.

Eitt barn, sum er partur av einum góðum felagsskapi og trívist, hevur hug at koma aftur til venjing.

Eitt barn, sum kennir seg trygt og venur regluliga, torir betur at royna seg - og mennist.

Og børn, sum trívast, mennast og halda fram við at spæla fótbólt, gerast við tíðini góðir leikarar.

Hartil gerast tey so aftur ein partur av felagsskapinum, sum kann draga fleiri til.

Tí skulu øll børn í HB síggjast. Kenna seg vælkomin. Og verða ein partur av felagsskapinum.

Eisini barnið, sum ikki er millum tey bestu. Sum ikki verður úttikið hvørja ferð. Sum kanska hevur brúk fyri eitt sindur meira hjálp – og toli - enn hini.

Samstundis skulu vit menna okkara talent og bestu leikarar - og geva teimum hóskandi avbjóðingar. Vit hava stórar ítróttarligar ambitiónir. Men breidd og úrval eru ikki mótsetningar.

Ein hugsan, sum vit í starvsnevndini fara at arbeiða nógv við, er, at HB er Havnar Bóltfelag – við denti á »felag«. Einsamøll ella í smáum bólkum koma vit ongan veg. Í felag kunnu vit fara allan vegin.

Og tað skal merkja nakað at vera HB’ari. Tað skal ávirka, hvussu vit eru.

Vit skulu vísa virðing. Fyri hvørjum øðrum, mótstøðuliðum og dómarum. Vit skulu tosa ordiliga. Vit skulu hjálpa hvørjum øðrum, hava integritet og kempa fyri hvønn annan. Vit skulu arbeiða saman - og fara væl um HB-húsið og umstøðurnar. Øll somul.

Og so vilja vit arbeiða fyri einum HB, har gentur og dreingir hava sama virði og somu møguleikar.

Har tað er pláss fyri teimum bestu og fyri breiddini - bæði hjá børnum og vaksnum.

Har tað er pláss fyri tær, sama hvør tú ert og hvaðani tú kemur.

Øll skulu kenna, at tey kunnu gerast ein partur av okkara felagsskapi.

Og í forleingilsi av hesum, kann eg siga, at eitt annað virði, sum starvsnevndin fer at leggja stóran dent á, er »burðardygd«.

Fyri okkum merkir tað millum annað, at úrslit ikki eru tað vigtigasta í barna- og ungdómsdeildini.

Sjálvandi er tað gott og stuttligt at vinna.

Men tað er ikki tað vigtigasta hjá børnunum. Nógv vigtigari eru trivnaður og menning. Og onkuntíð er tað so, at tú mennist nógv meira av at tapa ein dyst – enn av at vinna fleiri.

Í HB halda vit, at menning og framgongd eru góð úrslit – sama hvat máltalvan annars vísir.

Burðardygd merkir eisini, at vit skulu duga nógv betur at gagnnýta okkara egna tilfeingi, varnast talent og menna okkara egnu spælarar. Tí tað eru vaksnu deildirnar, sum vit vilja vinna.

Málið er, at børn, sum byrja í HB, skulu kunna síggja eina realistiska leið frá barnadeildini, gjøgnum ungdómsdeildina og heilt upp á okkara bestu lið.

Vit fara sjálvandi helst altíð eisini at fáa og keypa spælarar aðrastaðni frá. Men framtíðin hjá HB eigur ikki byggjast á, at vit bara fara út og keypa okkum til úrslit. Vit vilja arbeiða okkum til tey.

Og har eru tit fullkomiliga avgerandi.

Tí tey, sum um fimm til tíggju ár verða okkara besta manslið og besta kvinnulið (og eisini okkara venjarar og sjálvboðin annars), ja tey verða í stóran mun skapt á vøllunum, har tit standa í dag. Millum keylur og mál, sum tit dragsa runt. Og í tí fótbóltsgleðini, sum tit leggja í børnini.

Tað er har, grundalagið undir gullinum í vaksnu deildinum, verður lagt.

Men tit eru ikki einsamøll við hesi uppgávuni. Nevndin vil stuðla tykkum og bakka tykkum upp. Bæði fakliga og við praktiskum viðurskiftum. Vit vilja, at tit skulu fáa karmar, har tit mennast sum venjarar.

Vit fara nú undir eina tilgongd at umskipa nøkur ting. Vit hava ikki øll svarini enn, og eg fari ikki at standa her í kvøld og lova tykkum, at tað verða stórar broytingar eftir einum vikuskifti.

Men eg kann lova tykkum eitt: Vit taka barna- og ungdómsarbeiðið í HB í størsta álvara.

Og vit taka tykkum í álvara.

Eg byrjaði við at siga, at tá eg var ung, var HB eitt stað, har eg kendi, at eg hoyrdi til.

Tað er júst tað, vit ynskja, at børnini í HB skulu kenna í dag.

Men tað kunnu vit í starvsnevndini ikki skapa.

Tað kunnu tit.

Tí eru tit nøkur av teimum allar týdningarmestu fólkunum í HB.

So enn eina ferð: Túsund, túsund takk fyri tíðina, orkuna og umsorganina, tit leggja í børnini, ungdómin og í okkara felagsskap.

Koyr á HB!

 

Share

Nýggjastu tíðindir

Graslíkið í Gundadali verður skift
Graslíkið í Gundadali verður skift
NSÍ fór frá 1.deild til FM uppá trý ár
NSÍ fór frá 1.deild til FM uppá trý ár
NSÍ vann 10 stig og misti fýra stig síðstu minuttirnar
NSÍ vann 10 stig og misti fýra stig síðstu minuttirnar
Heri Mohr hevur slitið krossbandið
Heri Mohr hevur slitið krossbandið
Sigurður Ragnar: Eg sá fólk gráta av gleði
Sigurður Ragnar: Eg sá fólk gráta av gleði
NSÍ hevur stórtrivist í javnari kapping
NSÍ hevur stórtrivist í javnari kapping
Væntað mál frá 26. umfari
Væntað mál frá 26. umfari
NSÍ var nógv best móti botn 5 og á heimavølli
NSÍ var nógv best móti botn 5 og á heimavølli
Petur Knudsen: Í ár funnu vit røttu samansetingina
Petur Knudsen: Í ár funnu vit røttu samansetingina
Karstin Joensen: Eitt fantatiskt ár í Føroyum og Evropa
Karstin Joensen: Eitt fantatiskt ár í Føroyum og Evropa
NSÍ er føroyameistari 2026
NSÍ er føroyameistari 2026
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi var dagsins maður
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
KÍ fekk FM-steypið
KÍ fekk FM-steypið
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
Hesir døma 26. umfar
Hesir døma 26. umfar
Broytingar um flytingarvindeygað og eina hálvfinalu hevur ikki undirtøku
Broytingar um flytingarvindeygað og eina hálvfinalu hevur ikki undirtøku
FM-steypið verður handað á Tórsvølli
FM-steypið verður handað á Tórsvølli
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 26. umfari
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 26. umfari

Stigatalvan 2026

1. NSÍ55 stig
2. KÍ51 stig
3. HB45 stig
4. Víkingur42 stig
5. B3639 stig
6. EB/Streymur27 stig
7. Skála25 stig
8. AB25 stig
9. 07 Vestur25 stig
10. B6820 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ13 mál
Loïck LespinasseB689 mál
Páll A. KlettskarðKÍ8 mál
Árni FrederiksbergKÍ8 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ17 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur10 upplegg
Luca ThorstensenAB10 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ10 upplegg
Mathias VossHB8 upplegg
Dan í SoyluHB8 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ25 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ21 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur17 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 25. umfar

NSÍ18 mál
KÍ17 mál
Skála16 mál
Víkingur12 mál
B6812 mál
EB/Streymur11 mál
AB11 mál
HB10 mál
B369 mál
07 Vestur7 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ8 mál
NSÍ8 mál
Víkingur11 mál
07 Vestur12 mál
AB13 mál
HB13 mál
EB/Streymur14 mál
B36 14 mál
Skála14 mál
B6816 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB36 mál
NSÍ32 mál
KÍ31 mál
B3629 mál
Víkingur26 mál
AB21 mál
EB/Streymur19 mál
07 Vestur17 mál
B6814 mál
Skála13 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ14 mál
Víkingur15 mál
B3616 mál
HB18 mál
NSÍ18 mál
EB/Streymur25 mál
07 Vestur26 mál
Skála27 mál
AB29 mál
B6831 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. KÍ56 stig
2. HB47 stig
3. Víkingur34 stig
4. Skála14 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. 07 Vestur26 stig
2. B3621 stig
3. ÍF10 stig
4. FC Suðuroy4 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+13 mál
Julia Naomi MortensenHB11+3 mál
Brá ZakariasardóttirHB9+3 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (6)FráTil
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Páll KlettskarðKÍ16
Árni FrederiksbergKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026