Tað verður eitt dómaratoymi við nógvum royndum úr Premier League, sum skal leiða fyrra Conference League røkkstøkkdystin millum KÍ og Riga FC á Djúpumýru hóskvøldið.
UEFA hevur sett Samuel Barrott úr Onglandi at vera høvuðsdómara. Barrott er fastur dómari í Premier League og dømdi fleiri dystir í bestu ensku deildini farna kappingarár. Hjálpardómararnir verða Adam Nunn og Wade Smith, sum eisini regluliga eru at síggja í Premier League. Farai Hallam verður fjórði dómari. Eisini hann hevur royndir sum høvuðsdómari í Premier League.
Royndur Premier League-dómari í VAR-rúminum
VAR-dómari verður Darren England, sum hevur drúgvar royndir bæði sum dómari og VAR-dómari í Premier League. James Bell verður AVAR. Eisini hann hevur fleiri ferðir verið partur av VAR-toymum í Premier League.
Dómaratoymið til KÍ–Riga FC:
Dómari: Samuel Barrott, Ongland
Hjálpardómarar: Adam Nunn og Wade Smith, Ongland
4. dómari: Farai Hallam, Ongland
VAR: Darren England, Ongland
AVAR: James Bell, Ongland
KÍ og Riga FC spæla á Djúpumýru hóskvøldið klokkan 18.30. Dysturin er tann fyrri av tveimum í Conference League røkkstøkk. Vinnarin samanlagt tryggjar sær pláss í Conference League-deildini.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: