Skála hevur kunngjørt nýggjan høvuðsvenjara.
Skála skrivar:
Poul N. Poulsen settur sum høvuðsvenjari
Skála ÍF fegnast um at kunngera, at Poul N. Poulsen er settur sum høvuðsvenjari hjá besta mansliði felagsins. Talan er um ein tvey ára sáttmála.
Poul er eitt kent andlit í felagnum. Hann er uppvaksin í Vági og kom sum 20 ára gamal til Skálar at spæla fótbólt. Poul spældi 124 dystir fyri felagið. Í dag er hann búsitandi á Skála saman við Olinu og børnunum.
Hóast sín unga aldur hevur Poul longu fleiri ár á baki sum venjari. Umframt at hava verið ungdómsvenjari og hjálparvenjari í okkara felagi í nógv ár hevur hann verið høvuðsvenjari hjá NSÍ kvinnum og hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum hjá monnum. A-venjaraprógvið kom í hús í 2024.
Nú fegnast vit um, at hann hevur játtað seg til at taka við stýrisvølinum hjá besta mansliðnum, og vit gleða okkum at síggja hann á síðulinjuni.