Lech Poznan vann greitt 5-0 á KÍ á Tórsvølli fríggjakvøldið og 6-0 samanlagt. Eftir dystin helt venjarin hjá Lech, Niels Frederiksen, tó fyri, at dysturin ikki var so lættur, sum úrslitið kundi bent á.
Í útsøgnum, sum Lech Poznan hevur almannakunngjørt á heimasíðu felagsins eftir dystin, segði danski venjarin, at serliga fyrstu 15-20 minuttirnir vóru krevjandi.
– Hetta var ikki ein so lættur dystur, sum úrslitið vísir. Serliga fyrri parturin av dystinum var, sum vit væntaðu – krevjandi. Tað var gott fyri okkum, at vit fingu fyrsta málið, tí tá noyddust teir longur fram á vøllin og at leggja størri trýst. Teir kundu ikki bara standa í lágari verju, segði Niels Frederiksen.
Tá KÍ noyddist longur fram, fekk Lech Poznan meira pláss at spæla í, og tað gagnnýtti pólska meistaraliðið til fulnar.
KÍ misti part av heimavallarfyrimuninum
Ein serlig støða var eisini kring heimavøllin hjá KÍ. Dysturin varð útsettur frá hósdegnum til fríggjadagin eftir ferðatrupulleikarnar hjá Lech Poznan og varð spældur á Tórsvølli heldur enn á vanliga heimavøllinum hjá KÍ á Djúpumýru.
Lech Poznan hevði ikki vant á Tórsvølli undan dystinum, men Frederiksen helt ikki, at graslíkið gav KÍ nakran serligan fyrimun.
– Vit handfóru undirlagið sera væl. Tað var gott fyri okkum at spæla á einum skjótum vølli við teirri fótbóltsligu góðskuni, sum vit hava í liðnum. Klaksvík er heldur ikki vant við at spæla á hesum leikvøllinum. Teir hava sín egna leikvøll, har teir spæla sínar dystir. Tí haldi eg, at tá tað snýr seg um vøllin, vóru umstøðurnar á leið tær somu fyri bæði liðini, segði Niels Frederiksen.
Við øðrum orðum helt Lech Poznan-venjarin, at KÍ ikki hevði sama heimavallarfyrimun á Tórsvølli, sum liðið vanliga hevur á Djúpumýru. Skjóta graslíkið hóskaði eisini væl til tekniskt sterka pólska liðið.
Niels Frederiksen segði eisini eftir dystin, at hann var nøgdur við, at dysturin varð fluttur ein dag. Sambært honum kom Lech Poznan ikki á hotellið fyrr enn umleið klokkan 17 hósdagin eftir drúgvu ferðina, og tað hevði verið torført at fyrireika seg nóg væl til dyst sama kvøld.
Lech var á odda 1-0 í hálvleikinum, men eftir steðgin skrædnaði dysturin, og pólska meistaraliðið vann at enda 5-0.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: