Tað bleiv ongantíð veruliga spennandi á Tórsvølli í kvøld. Til tað var munurin á liðunum ov stórur.
Mann sá tíðliga í dystinum, at KÍ-liðið var ikki eins væl upplagt sum tá tað er uppá tað besta. Lech Poznan slapp at spæla uttan stórvegis forðingar. KÍ fekk tó fyrsta stóra málmøguleikan í dystinum, sum skuldi havt givið mál, men tá útiliðið kom á odda 1-0 í 20. minutti og 2-0 beint eftir hálvleik var alt avgjørt. Í seinna hálvleiki vóru nógvir stórir málmøguleikar báðar vegir, har Lech Poznan fekk gaggnýtt tríggjar, meðan KÍ ikki fekk bóltin í málið.
Norðoyingar fara helst at ynskja at gloyma hendan dystin sum skjótast, tí her gekk stórt sæð alt galið. Fyrst flutti fútin dystin á Tórsvøll, síðani var upphitingin næstan byrjað, tá UEFA útisetti dystin til dagin eftir og so omaná á tað heila fekk KÍ sítt størsta tap síðani í Svøríki móti AIK í 2017.
KÍ spælir í landskappingini mánadagin móti AB á Argjum og so í Klaksvík hóskvøldið í røkkstøkk móti Riga FC.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: