Eina løtu í seinna hálvleiki var NSÍ á odda 2-0 í Klaksvík, men tað helt ikki, og so endaði tað við javnleiki 2-2.
Petur Knudsen legði NSÍ á odda í fyrra hálvleiki og tá 61 minuttir vóru leiktir økti Marius K. Lindh til 2-0. Tá var javnleikur samlað, men fimm minuttir seinni skoraði FC Lugano eftir innlegg og eftir deyðbóltsstøðu javnaði útiliðið, eisini eftir innlegg.
Útfrá málmøguleikum gjøgnum dystin var tað helst í lagi, at FC Lugano fekk javnleikin, men NSÍ avrikaði væl og fekk ein góðan javnleik til samlaða roknistykkið hjá Føroyum í summar.
NSÍ kann halda høvdið høgt fyri hetta altjóða summarið, sum er nógv tað besta altjóða avrikið í søgu felagsins, har tað eydnaðist at koma víðari tvær ferðir og báðu ferð móti liðum, sum frammanundan vóru favorittar. NSÍ er tað føroyska liðið, sum higartil er komið oftast víðari í summar.