Danski miðilin LigaManager skrivar, at stórur útlendskur áhugi er fyri unga Víkinga-leikaranum Aron Benjaminsen.
Sambært miðlinum eru fleiri donsk feløg inni í myndini, men tey eru langt frá einsamøll. Feløg úr Skotlandi, Onglandi, Hollandi, Belgia, Turkalandi, Noregi og Svøríki hava eisini áhuga í 19 ára gamla kantleikaranum.
LigaManager skrivar, at væntanin er, at Aron Benjaminsen verður seldur innan nakrar vikur. Miðilin arbeiðir í løtuni við at finna fram til, hvørji donsk feløg hava víst áhuga.
Aron hevur gjørt vart við seg í ár. Í landskappingini hevur hann higartil 15 málstig og í Conference League-undankappingini skoraði hann tvey av trimum málum hjá Víkingi í dystunum móti Stjarnan.