Ferðin hjá Lech Poznan til Føroya hevur fingið stóran áhuga í Póllandi. Tá flogfarið við pólsku meistarunum í morgun noyddist at seta kós móti Bergen, fylgdu meira enn 14.000 fólk flogferðini beinleiðis.
Lech Poznan fór úr Poznan í morgun eftir at hava verið noytt at avlýsa ætlaðu ferðina mikudagin. Orsøkin var tætti mjørkin í Vágum, sum hevði við sær stórar trupulleikar í flogferðsluni. Pólsku miðlarnir hava síðani fylgt ferðini hjá liðnum sera tætt.
Í morgun kom flogfarið nær Føroyum, men veðurviðurskiftini loyvdu ikki lending. Flogfarið bíðaði eina løtu í luftini í vón um, at líkindini skuldu batna, áðrenn kósin varð sett móti Bergen í Noregi.
Tá vóru sambært TVP Sport meira enn 14.000 fólk, sum fylgdu flogfarinum á netinum.
Lech skal eftir ætlan spæla móti KÍ á Tórsvølli í kvøld. Fyrri dysturin í Pozna? endaði við 1-0 sigri til Lech Poznan.
Óvissan um ferðina ger, at stórur spenningur framvegis er um, nær Lech Poznan kemur til Føroya og nær returdysturin kann spælast. Sum skilst kunnu væntast betri floglíkindi seinnapartin.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: