Igor Pajac úr Kroatia verður høvuðsdómari, tá KÍ tekur móti Lech Pozna? á Tórsvølli. Í VAR-rúminum verður sera royndi kroatin Ivan Bebek, sum áður hevur dømt bæði í Champions League og Europa League. Hann hevur millum annað dømt Champions League-dystin PSG–Bayer Leverkusen.
Tá NSÍ tekur móti Lugano við Djúpumýru, verður Robert Hennessy úr Írlandi høvuðsdómari. Hennessy hevur verið altjóða dómari síðani 2017 og hevur dømt 62 UEFA-dystir. Christian-Petru Ciochirca úr Eysturríki verður VAR-dómari.
Báðir dystirnir byrja klokkan 18.30 føroyska tíð.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: