Stóri spurningurin undan dystinum er, hvør kemur at manna miðverjuna, um Gilli R. Sørensen ikki verður tøkur.
Frammanundan er Odmar Færø skaddur og í summar fór Jákup N. Vilhelmsen til Víking. Skal KÍ spæla við trimum miðverjum og Gilli ikki verður klárur, so skal onkur nýggj loysn finnast. Har hava leikarar sum René S. Joensen og Jákup Biskopstø spælt onkrar løtur. Jákup er skaddur, og so er spurningurin, um René kann spæla sín fyrsta dyst frá byrjan i 9-10 mánaðar.
Lech Poznan-hópurin væntast at lenda á dystardegnum kl. 10. Fyri KÍ minnir støðan um, tá Zalgiris Vilnius og RFS vitjaðu í Føroyum í 2018 og 2021, tí tey fingu heldur ikki lent til tíðina og báðar teir dystirnar vann útiliðið.
Lech Poznan er risafavorittur hjá greininga- og veddingarfyritøkunum at koma víðari og hevur eina 1-0 leiðslu, so hjá KÍ verður neyðugt at hálað eitt av sínum størstu altjóða avrikum fram fyri at hava ein møguleika.
Bláa Bylgjan skipar fyri bussferð til dystin, sum byrjar kl. 18.30. Eini 100 útiáskoðarar væntast til dystin sambært olskum miðlum.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: