Landsliðsleikarin fór skaddur av vøllinum móti HB fyri góðari viku síðani.
Meinhard E. Olsen hevur síðani verið til kanningar fyri trupulleikar í knænum, har hann áður hevur slitið krossbandið. Og boðini eru góð ímun til, hvat summi vóru bangin fyri. Tað eru onkrir trupuleikar í meniskinum, men einki er slitið og eingin skurðviðgerð er neyðug, sigur hann við bolt.fo. Hann sigur, at hann missir dystin í morgin móti FC Lugano og EB/Streym í landskappingini í vikuskiftinum, men síðani vil hann ikki avskriva, at møguleiki er at spæla aftaná tað, tó at alt er nakað óvist í løtuni, har tíðin má vísa, hvønn veg tað ber og hvussu venjingin fer at ganga.