FC Lugano og Lech Poznan hava valt ymiskar loysnir, nú tey fyrireika seg til returdystirnar í Føroyum hósdagin.
Lugano kemur longu til Føroya í dag. Sveisisku gestirnir ferðast úr Milano til Føroya og fáa sostatt góða tíð at koma upp á pláss undan returdystinum móti NSÍ. Lugano hevur eina 2-0 leiðslu við sær eftir fyrra dystin í Sveis.
Øðrvísi verður hjá pólsku meistarunum úr Lech Poznan, sum hava valt at brúka so nógva tíð sum gjørligt heima í Poznan.
Lech Poznan hevur gjørt av, at alt miðlavirksemi undan dystinum móti KÍ verður í Poznan mikumorgunin. Tað merkir, at vanligi tíðindafundurin undan einum evropeiskum útidysti ikki verður hildin í Føroyum. Felagið vísir millum annað á ferðingina og serligu logistisku umstøðurnar í Føroyum.
Mikumorgunin verður fyrst miðlafundur við Antonin Kozubal, síðani við Niels Frederiksen, og klokkan 11 lokala tíð hevur Lech Poznan sína almennu venjing undan dystinum. Fyrstu 15 minuttirnir eru opnir fyri miðlunum.
Síðani gongur leiðin beinleiðis móti Føroyum. Charterflogfarið hjá Lech Poznan fer úr Pozna? klokkan 14.30 lokala tíð, og Lech Poznan upplýsir, at flogferðin væntandi tekur umleið tríggjar tímar, alt eftir veðrinum og serliga vindinum.
Eftir ætlan lendir hópurin í Vágum um 16.30 føroyska tíð mikudagin. Tað er sostatt bara góðan sólarring undan dystinum móti KÍ.
Lech hevur sostatt valt ikki at koma tíðliga til Føroya fyri at venja og venja seg við umstøðurnar. Í staðin verður síðsta veruliga fyrireikingin gjørd heima í Poznan, áðrenn liðið flýgur til Føroya seinnapartin mikudagin, har flogfarið stendur at lenda kl. 16.30.
KÍ og Lech Poznan spæla á Tórsvølli hóskvøldið. Lech Poznan hevur eina 1-0 leiðslu við sær úr fyrra dystinum í Pozna?. Vinnarin av uppgerðini kemur í 4. undanumfar í Europa League, meðan taparin fer í røkkstøkkdystir í Conference League.
Sama kvøld skal NSÍ royna at venda 0-2-støðuni móti Lugano. Tann dysturin verður spældur á Djúpumýru í Klaksvík. Báðir dystirnir byrja kl. 18.30.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: