NSÍ vann stórsigur og KÍ tapti á heimavølli.
NSÍ kom í kvøld uppaftur á oddasessin, tá liðið vann 4-0 sigur á heimavølli móti botnliðnum Skála. Størri spenningur var undan dystinum í Klaksvík, har formsterka HB skuldi vitja KÍ, sum júst hevur verið í Póllandi. KÍ spældi við sterkasta liðnum, men tað var HB, sum kom nógv betri frá byrjan og eftir innkast støðu legði Storm Bugge Pettersen HB á odda. Síðsta partin av fyrra hálvleiki tók KÍ yvir og sat á restini av dystinum, men inn vildi bólturin ikki, hóast onkrar heilt stórar málmøguleikar. Ístaðin økti HB eftir gott snarálop, har Heini Sørensen sendi innfyri til ein leysan Stefan Radosavljevic og so var 2-0.
Í HB valdar bjartskygni í løtuni og skráin spælir við, tí báðir dystirnir móti teimum báðum fremstu hava ligið millum altjóða dystir, har NSÍ og KÍ frammanundan hava spælt á útivølli. HB hevði nógvar áskoðarar við sær, ið skaptu ein góðan stemning og tey kundu fegnast um, at HB framvegis er formsterkasta liðið í deildini og nú bara fýra stig aftanfyri KÍ. Tann munurin er til at innheinta, og so er bara spurningurin, um tey sjey stigini upp til NSÍ verða ov mong uppá ein triðing av kappingini.