Tað kunnu koma broytingar í bæði toppi og botni.
Stóri dysturin er í Klaksvík, har oddaliðið fær vitjan av formsterkasta liðnum síðstu fimm umførini. Sjey stig eru á muni millum KÍ og HB, so hetta er møguleikin hjá KÍ at endaliga steðga FM-møguleikanum hjá HB, og hetta er møguleikin hjá HB at spæla seg inní FM-stríðið. KÍ kemur frá einum dysti í Póllandi fyri fýra døgum síðani og hevur aftur altjóða dyst um tríggjar dagar. Tí verður spennandi at síggja, hvørjar leikarar KÍ-venjarin Magnus Powell velur frá byrjan og í hvørjari útgávu hesir leikarar verða.
Tað sama kann sigast um NSÍ-venjaran Sigurður Ragnar Eyjólfsson, tí NSÍ er í júst somu støðu sum KÍ ímun til altjóða dystirnar. Munurin er bara, at NSÍ var í Sveis ístaðin fyri. Felags fyri bæði KÍ og NSÍ er, at tey hava skaðar at dragast við. Mótstøðuliðið hjá NSÍ eru grannarnir Skála, sum liggja aftast undan dystinum. Fær Skála stig, so skiftir 10. plássið eigara fyri triðju ferð hetta umfarið. Oddasessurin kann eisini skifta eigara. Til tað krevst, at NSÍ fær fleiri stig enn KÍ í kvøld.
KÍ-HB byrjar kl. 18.30, meðan NSÍ-Skála byrjar kl. 19.00.