Bæði Lech Pozna? og FC Lugano vóru í landskappingardysti sunnudagin, fáar dagar eftir sigrarnar á føroysku liðunum í Evropa.
Bæði liðini gjørdu nakrar broytingar í byrjunaruppstillingini, vunnu sannførandi og tóku oddasessin í heimligu landskappingunum undan dystunum í Føroyum.
Lech Poznan spældi sunnudagin heimadyst móti Piast Gliwice. Pólska meistaraliðið hevði hóskvøldið vunnið 1-0 á KÍ í fyrra dystinum í 3. undanumfari í Europa League.
Niels Frederiksen valdi ikki at skifta alt liðið út til landskappingardystin. Fýra broytingar vóru í byrjunaruppstillingini í mun til dystin móti KÍ.
Lech Poznan vann 3-0 á Piast Gliwice og tók við sigrinum oddasessin í Ekstraklasa.
Lugano vann 5-0
Uppaftur størri var sigurin hjá Lugano.
Sveisiska liðið vann hóskvøldið 2-0 á NSÍ á AIL Arena, og sunnudagin var FC Zürich á vitjan sama stað.
Lugano gjørdi tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini í mun til NSÍ-dystin.
Tað tóktist ikki at órógva Lugano.
Heimaliðið vann heili 5-0 á FC Zürich.
Lugano hevur fingið eina sera góða byrjan upp á nýggja kappingarárið. Teir vunnu eisini 4-1 á Grasshopper í undanfarna landskappingardystinum og hava sostatt skorað níggju mál í teimum báðum seinastu landskappingardystunum.
Koma til Føroya sum oddalið
Bæði KÍ og NSÍ fáa sostatt mótstøðulið við góðum sjálvsáliti hóskvøldið.
Lech Pozna? kemur til Føroya møguliga sum oddalið(tað veldst um síðsta úrslitið hetta umfarið) í Póllandi eftir 3-0 sigur, meðan Lugano kemur sum oddalið í Sveis eftir 5-0 stórsigur.
Og hóast bæði feløgini høvdu Europa-dyst hóskvøldið, valdu venjararnir ikki at hvíla meginpartin av liðnum sunnudagin. Lech gjørdi fýra broytingar frá KÍ-dystinum, meðan Lugano gjørdi tríggjar frá NSÍ-dystinum.
KÍ skal venda einum 1-0 tapi, meðan uppgávan hjá NSÍ er enn størri eftir 2-0 tap í Sveis.
KÍ-Lech Poznan á Tórsvølli og NSÍ-FC Lugano á Djúpumýru byrja hóskvøldið kl. 18.30.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: