Víkingur leggur trýst á KÍ og NSÍ, sum spæla mánakvøldið.
Í einum dysti, har nógvur vindur var, vann Víkingur 2-1 á B68. Stórt ivamál var um seinna málið hjá Víkingi, sum B68-arnir hildu verða rangstøða.
Sigurin hjá Víkingi ger, at Víkingur blandar seg uppí FM-stríðið, tí bara tvey stig eru upp til nummar eitt og tvey, ið tó hava leikt ein dyst færri. Í 22. umfari spælir Víkingur í Runavík og í síðsta umfari spælir Víkingur í Klaksvík. Dystirnir móti HB, B36 og AB eru allir á heimavølli. Víkingur hevur ikki tapt í landskappingini síðani í 4. umfari.