Tveir útlendskir venjarar, sum seinastu árini hava starvast í føroyskum fótbólti, hava nú fingið nýggj størv í Danmark og Noregi. Kristoffer Kvistgaard skal standa á odda fyri U19-liðnum hjá FC Fredericia, meðan Steffen Landro er settur sum høvuðsvenjari hjá Skeid.
Kristoffer Kvistgaard hevur seinastu árini havt fleiri uppgávur í føroyskum fótbólti, men nú gongur leiðin aftur til Danmarkar.
FC Fredericia hevur sett Kvistgaard sum nýggjan høvuðsvenjara hjá U19-liðnum. Danska felagið leggur dent á, at hann hevur UEFA A-venjaraprógv og meira enn 16 ára royndir úr elitu-, talent- og menningarfótbólti í Danmark og Føroyum.
Seinast hevur Kvistgaard staðið á odda fyri 1. deildar- og U21-liðnum hjá ÍF. Í 2025 førdi hann ÍF til føroyska meistaraheitið í U21-deildini. Áðrenn tað var hann partur av venjaratoyminum hjá KÍ, og í 2023 varð hann kosin ársins venjari í Føroyum fyri síni avrik við KÍ-kvinnum. Og áðrenn tað var hann høvuðsungdómsvenjari hjá MB.
Akademistjórin hjá FC Fredericia, Stephan Nyrup, sigur, at Kvistgaard kemur við nógvum royndum bæði úr talent- og vaksnamannafótbólti, og at hansara leiðsluháttur og høgu krøv passa væl til kósina hjá akademinum.
Landro til Skeid
Samstundis hevur Steffen Landro fingið nýtt høvuðsvenjarastarv í Noregi. Steffan Lando var eitt stutt tíðarskeið í 2024 høvuðsvenjari hjá 07 Vesturi.
Skeid boðar frá, at Landro tekur við sum høvuðsvenjari hjá felagnum mánadagin. Avtalan er fyribils galdandi restina av kappingarárinum, og síðani kunnu partarnir taka støðu til, um samstarvið skal leingjast.
Landro hevur drúgvar royndir úr norskum fótbólti. Hann hevur millum annað verið venjari hjá Nest-Sotra, Sandnes Ulf og Ull/Kisa. Í 2024 kom hann til Føroya og tók við sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur.
Skeid vísir sjálvt á føroyska ævintýrið hjá Landro í fráboðanini um nýggja venjaran. Felagið heldur millum annað, at hann hevur víst, at hann dugir at fáa nógv burtur úr avmarkaðum tilfeingi, og væntar, at hann kann skapa nýggja orku í liðnum.
Tað eru sostatt tveir venjarar við nýggjari fortíð í føroyskum fótbólti, sum nú hava fingið nýggjar uppgávur uttanlands: Kvistgaard í talentmenningini hjá FC Fredericia og Landro sum høvuðsvenjari hjá Skeid, sum spælir í triðbestu norsku deildini.