07 Vestur vann botnbrakið á EB/Streymi og fór frá 10. til 8. pláss, í øllum førum fyribils.
07 Vestur hevur fingið betri úrslit síðani venjarabroytingina og hetta var triði sigurin síðstu fimm umførini. Jonathan Flensborg hevur ikki sæð sannførandi út í 07 Vestur, men hendan dystin skoraði hann tvey góð mál. Hjá EB/Streymi skoraði Gutti Dahl-Olsen sítt fyrsta landskappingarmál fyri barndómsfelagið síðani hann undan kappingarbyrjan 2025 skifti aftur til EB/Streym, og tað kann fáa stóran týdning fyri botnstríðið, at álopsleikararnir fáa hol á málskjótingina nú.
Talan var sum heild um ein javnan dyst, ið kundi farið báðar vegir. Men úrslitið ger bara spenningin í botnstríðnum enn størri, tí undan dystunum sunnudagin og mánakvøldið eru bara trý stig millum nummar 10 og 7.