Dómaratoymið metti m.a. ikki, at leikarin var ertaður.
KÍ valdi at kæra, at Hallur Hansson fekk leikbann í tríggjar dystir eftir reytt kort í landskappingadysti móti NSÍ. KÍ vísti m.a. á, at leikarin var ertaður og at hann av røttum skuldi fingið leikbann í tveir dystir. Aganevndin hevur nú viðgjørt kæruna, men KÍ fær ikki viðhald. Leikbannið stendur sostatt við. Úrskurðurin kann lesast HER