Lech Poznan hevur tikið endaligu avgerðina um landskappingardystin móti Piast Gliwice. Hóast høvuðsvenjarin Niels Frederiksen eftir 1–0 sigurin á KÍ segði, at felagið fór at umhugsa eina útseting, verður dysturin spældur sum ætlað sunnudagin.
Á sínum almennu miðlum boðaði Lech Poznan í morgun frá:
"Dysturin móti Piast Gliwice verður spældur sambært ætlanini. Saman fara vit at stríðast fyri trimum týdningarmiklum stigum!"
Harvið hevur pólska meistaraliðið valt ikki at nýta møguleikan, sum feløg í Ekstraklasa hava at biðja um útseting av landskappingardystum, meðan tey spæla í evropeiskum kappingum.
Eftir heimadystin móti KÍ segði Niels Frederiksen, at útseting upprunaliga ikki hevði verið partur av ætlanini, men at avrikið og tætta skráin høvdu fingið hann at hugsa seg um eina ferð afturat.
– Upprunaliga høvdu vit ikki ætlanir um tað, men eg haldi, at eg má umhugsa tað umaftur, segði danski venjarin eftir dystin.
Nú er tó greitt, at Lech heldur fast við skránna. Tað merkir, at liðið spælir landskappingardyst móti Piast Gliwice sunnudagin, áðrenn ferðin gongur til Føroya, har returdysturin móti KÍ í triðja undanumfarinum í Europa League verður spældur hósdagin.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: