Lech Poznan kann fáa frí í vikuskiftinum.
Eftir 1–0 sigurin á KÍ í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League upplýsti danski høvuðsvenjarin Niels Frederiksen, at felagið fer at umrøða, um tað skal biðja um at fáa landskappingardystin móti Pogon Szczecin, sum er á skránni sunnudagin, útsettan. Orsøkin er, at returdysturin móti KÍ verður spældur í Føroyum longu komandi hósdag, og hvíld kann fáa stóran týdning. Venjarin segði eisini á tíðindafundinum, at ætlanin undan dystinum ikki var at útseta dystin í vikuskiftinum, men helst hevur úrslitið gjørt, at hann nú umhugsar støðuna av nýggjum.
Pólskir miðlar skriva, at feløgini í altjóða fótbólti kunnu fram til 48 tímar áðrenn dystarbyrjan velja at útseta dyst. Higartil er ein dystur í summar útsettur vegna altjoða dystir og komandi umfar sum er í vikuskiftinum eru frammanundan tveir dystir útsettir vegna altjóða dystir.
Greinin er dagførd 07.08 kl. 00.47
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: