Bæði taptu men ikki so stórt, at tað ikki kann vendast.
Í Póllandi tapti KÍ 1-0 í einum dysti, har heimaliðið var omaná og hevði teir flestu málmøguleikarnar, men har KÍ eisini hevði sínar málmøguleikar m.a. á tvørstongina. Í Sveis var heimaliðið eisini omaná og vann 2-0, men NSÍ var eisini nær við onkuntíð.
NSÍ hevur roynt fyrr í summar at vent einum 2-0 tapi frá fyrra dystinum, meðan KÍ skal royna at vinna seg víðari fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, har liðið hevur tapt fyrra dystin. Málið hjá báðum undan hesum torføru útidystum var helst at halda uppgerðunum á lívi, og tað eydnaðist. Hesi mótstøðuliðini eru tó so mikið sterk, at tað skal nakað heilt serligt til fyri at tey føroysku liðini skulu gera tað púra óvæntaða og spæla seg víðari.
Landsliðsleikarar spæla ikki
Trupulleikin hjá KÍ og í kvøld eisini NSÍ er, at nógvir av teimum bestu leikarunum ikki eru tøkir, nú teir stóru dystirnir verða leiktir. KÍ spældi uttan fimm landsliðsleikarar(Odmar Færø, Jákup Biskopstø, Hallur Hansson., René S. Joensen(kom inn síðstu løtuna) og Patrik Johannesen, meðan NSÍ spældi uttan tríggjar landsliðsleikarar (Brandur H. Olsen, Meinhard E. Olsen og Petur Knudsen umframt Klæmint A. Olsen, sum hevur skorað flest mál fyri fyri NSÍ og landsliðið). Landsliðsleikarar eru vanliga teir, sum skulu bera liðið til altjóða dystir, tí teir hava royndirnar frá krevjandi altjóða dystum á høgum stigi. Havandi tær umstøðurnar í huga, so vóru úrslitini í kvøld helst góðkend.
KÍ-Lech Poznan spæla á Tórsvølli hóskvøldið kl. 18.30, meðan NSÍ-FC Lugano spæla á Djúpumýru hóskvøldið kl. 18.30.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: