Bæði KÍ og NSÍ fáa heitar arbeiðsumstøður, tá føroysku feløgini hóskvøldið spæla sínar fyrra dystir í triðja undanumfarinum í Europa League og Conference League.
Í Poznan, har KÍ vitjar Lech Poznan, verður hitin framvegis høgur, hóast sólin er farin niður. Veðurforsagnir vísa, at hitin verður um 23 stig, tá dysturin byrjar klokkan 19.00 lokala tíð. Tað verður turt og lítið av vindi, og tað gevur góðar, men heitar fótbóltsumstøður.
Enn heitari verður hjá NSÍ. Tá dysturin móti FC Lugano verður bríkslaður í gongd klokkan 20.30 lokala tíð, verður hitin væntandi 28–30 stig. Hóast talan er um ein kvølddyst, fer hitin framvegis at seta sín dám á uppgerðina, og tað kann gerast ein eyka avbjóðing hjá runavíkingum.
Kortini eru slíkar umstøður ikki ókendar hjá NSÍ. Í ár hevur felagið longu spælt í nógvum hita bæði á Malta móti ?amrun Spartans og í Koper í Slovenia. Báðar ferðir hevur gingið sera væl. Tær royndirnar kunnu vísa seg at vera ein fyrimunur, tá NSÍ hóskvøldið skal royna seg í enn einum heitum evropeiskum útidysti.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: