Tá KÍ hóskvøldið fer á vøllin móti Lech Poznan í triðja undanumfarinum í Europa League, verður talan um sterkastu mótstøðuna, sum klaksvíkingar hava havt í Evropa síðani uppgerðina móti franska Lille í play-off um Conference League í 2023.
Síðani dystin móti Lille í desember 2023 hevur KÍ verið fastur gestur í evropeiskum kappingum. Millum mótstøðuliðini hava verið FC Differdange 03, Malmö FF, Borac Banja Luka, SJK Seinäjoki, HJK Helsinki, Radnicki 1923, Neman Grodno, FC Atert Bissen og FK Kauno Žalgiris.
Kortini er Lech Poznan á pappírinum størsta avbjóðingin av teimum øllum. Pólska stórfelagið liggur í løtuni hægri enn øll hini nevndu feløgini á UEFA-styrkislistanum og hevur seinastu árini staðfest seg sum eitt av fremstu feløgunum í Mið- og Eysturevropa. Felagið spældi seg heilt í fjórðingsfinaluna í Conference League í 2022 og 1/8 finaluna í Conference League fyrr í ár. Felagið er verandi pólskur meistari, hevur eina av størstu áskoðarafjøldunum í Póllandi og ein hóp, sum bæði í dygd og breidd er væl sterkari enn tann, KÍ vanliga stendur yvirfyri.
Tað ger, at uppgerðin móti Lech Poznan verður mett sum størsta evropeiska avbjóðingin hjá KÍ síðani dystin móti Lille fyri trimum árum síðani. Hetta verður á pappírinum nógv torførasti dysturin hjá Magnusi Powell í KÍ. Hann hevur verið venjari í 64 skrásettum dystum hjá KÍ.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: