UEFA hevur nú kunngjørt dómaratoymini til dystirnar hjá KÍ og NSÍ í triðja undanumfarinum í Europa League og Conference League.
KÍ skal hóskvøldið spæla á útivølli móti Lech Poznan í Póllandi. Dysturin á Enea Stadion byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð, og tað verður Orel Grinfeld úr Ísrael, sum fær ábyrgdina av dystinum.
Hann fær hjálp frá landsmonnunum Roi Hassan og Idan Yarkoni, meðan Gal Levi verður fjórði dómari. VAR verður mannað av Daniel Bar Natan, og Eli Hakmon verður VAR-hjálpardómari.
Sama kvøld spælir NSÍ á útivølli móti FC Lugano í Sveis. Dysturin á AIL Arena byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð, og har verður ukrainski Viktor Kopiyevskyy høvuðsdómari.
Hjálpardómarar verða Semen Shlonchak og Viktor Nyzhnyk, meðan Dmytro Kubryak verður fjórði dómari. VAR verður mannað av Denys Shurman, og Oleksandr Shandor verður VAR-hjálpardómari.
Báðir dystirnir verða spældir við VAR, sum er fastur partur av evropeisku kappingunum á hesum stigi. Tað verður sostatt fyrsti dystur hjá NSÍ nakrantíð við VAR, tí VAR byrjar ikki í Conference League fyrr enn í 3. umfari.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: