Nú koma KÍ og NSÍ at møta munandi sterkari mótstøðuliðum enn fyrstu tvey umførini.
KÍ møtir meistarunum í Póllandi, meðan NSÍ møtir einum av bestu liðunum í Sveis. Og uttan at taka nakað frá liðunum, sum KÍ og NSÍ hava møtt tey bæði fyrstu umførini, so eru hesi í einum heilt øðrum flokki, serliga Lech Poznan.
Hyggja vit eftir virðinum á Transfermarkt, so sær tað soleiðis út:
€55.70: Lech Poznan
€37.58: FC Lugano
€9.00: Kauno Zalgiris
€8.20: FC Koper
€5.46: Hamrun Spartans
€2.68: FC Atert Bissen
Veddingarfyritøkan Bet365 og greiningafyritøkan FMD eru samd í, at møguleikarnir eru sera lítlir at koma víðari hjá føroysku liðinum.

Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: