Lech Poznan hevur fingið eina harða revsing frá UEFA bert fáar dagar undan Europa League-dystinum móti KÍ á Enea Stadion hóskvøldið.
Revsingin kemur eftir hendingar í undankappingardystinum móti AGF úr Danmark, har UEFA metti, at fleiri álvarslig brot vórðu framd.
Harðasta fjepparastúkan verður stongd
Størsta avleiðingin fyri Lech er, at "Kocio?" (Tribuna II) verður stongd til dystin móti KÍ.
"Kocio?" er heimstaðurin hjá harðasta fjepparabólkinum hjá Lech Poznan og verður vanliga roknaður sum hjartað í stemninginum á Enea Stadion.
UEFA hevur sett í verk eina treytaða revsing frá 2025, samstundis sum felagið eisini hevur fingið eina nýggja treytaða stonging av somu stúku í tvey ár, um líknandi brot henda aftur.
Niels Frederiksen á áskoðaraplássunum
Høvuðsvenjarin Niels Frederiksen verður heldur ikki á bonkinum móti KÍ.
UEFA hevur givið danska venjaranum eitt dystar leikbann og eina bót upp á 5.000 evrur, tí dysturin móti AGF byrjaði ov seint.
Tað merkir, at Frederiksen noyðist at fylgja dystinum móti KÍ av áskoðaraplássunum.
Bøtur upp á nærum hálva millión
Lech Poznan hevur harumframt fingið fleiri stórar bøtur:
30.000 evrur (umleið 224.000 krónur) fyri pyroteknikk.
15.000 evrur (umleið 112.000 krónur) fyri at hava blokerað neyðútgongdir.
15.000 evrur (umleið 112.000 krónur) fyri seina byrjan av dystinum.
Samanlagt skal Lech gjalda 60.000 evrur, svarandi til umleið 449.000 danskar krónur, meðan Niels Frederiksen harumframt sjálvur fær eina bót upp á umleið 37.000 krónur.
Kann ávirka stemningin
At "Kocio?"-stúkan verður stongd merkir, at fleiri túsund av mest ágrýtnu Lech-fjepparunum ikki sleppa inn á sín vanliga pláss.
Hóast nógv fólk framvegis verða væntað á Enea Stadion, er lítil ivi um, at hetta fer at minka um tann serliga stemningin, sum Lech er kendur fyri í evropeiskum heimadystum.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: