Føroyski landsliðsspælarin Gunnar Vatnhamar er sambært íslendska miðlinum Fótbolti.net á veg úr íslendska meistarafelagnum Víkingi Reykjavík og skal eftir øllum at døma halda fram í danska felagnum Vejle BK.
31 ára gamli miðverjin hevur verið ein av lyklaleikarunum hjá Víkingi, síðani hann kom úr Víkingi í Føroyum undan kappingarárinum 2023. Síðani tá hevur hann vunnið tvey íslendsk meistaraheiti og íslendsku steypakappingina við felagnum.
Flytingin kann bíða nakrar dagar
Sambært Fótbolti.net er tað tó óvist, nær Gunnar Vatnhamar fer úr Víkingi.
Íslendsku meistararnir hava eina sera tøtta skrá í løtuni. Teir skulu spæla Europa League-uppgerð móti sveisiska FC Thun, og millum báðar evropeisku dystirnar er landskappingardystur móti ÍBV.
Harumframt hevur liðskiparin Oliver Ekroth leikbann til landskappingardystin, og tí kann tað vera, at Gunnar Vatnhamar verður verandi nakrar dagar aftrat, áðrenn flytingin verður endaliga framd.
Vejle vil aftur í Superliguna
Vejle BK spælir í næstbestu donsku deildini eftir niðurflytingina úr Superliguni í vár.
Felagið hevur ýra stigum fyri tvey umfør og hevur sum greiðan málsetning at flyta upp aftur í bestu donsku deildina.