Liðini áttu hvør sín hálvleik á Tórsvølli í kvøld.
NSÍ var væl omaná í fyrra hálvleiki, og tað var í tráð við leikgongdina, at teir gulu komu framum beint eftir hálvleik. Men so broyttist leikgongdin heilt. HB tók yvir og tað var bara spurningur um tíð, nær heimaliðið fór at skora. Tí kundi NSÍ havt skorað til 2-0 áðrenn. HB skoraði trý mál og vann 3-1. Ein uppiborin sigur, tí HB var sannførandi í seinna hálvleiki. NSÍ hevði havt eina strævna upptakt til dystin við 120 minuttum í Slovenia mikukvøldið og eini longri heimferð, sum ikki endaði fyrr enn leygarkvøldið, og tað hevur helst spælt inn, tí orkan á NSÍ-liðnum sá ikki út til at verða tann sama í seinna hálvleiki.
Úrslitið ger, at tað er sera stórur spenningur í toppinum. HB á 5. plássi er sjey stig aftanfyri KÍ og NSÍ, sum liggja á teimum báðum fremstu plássunum.