Í dag broyttu úrslitini ymiskt á stigatalvuni.
Á Svangaskarði hevði 07 Vestur leingi kós móti einum sigri, har stórur munur var á liðunum, tí B68 var alt annað enn sannførandi. Men móti endanum av dystinum vaknaði B68 og vendi einum hóttandi 1-0 tapi til 2-1 sigur við málum frá Jovan Goronjic og Loick Lespinasse.
Í Klaksvík vann KÍ toppdystin 2-0 á B36 og tók oddasessin fram til í øllum førum mánakvøldið.
Í hinum báðum dystunum vóru tað favorittsigrar til Víking og AB. Tað byggir undir, at Víkingur er eitt gott boð uppá eitt lið, sum fer at enda í topp 3, meðan AB er níggju stig frá niðurflyting og seks stig frá altjóða plássi, tó við einum dysti fleiri enn tey flestu.
Úrslitini í dag:
KÍ-B36 2-0
B68-07 Vestur 2-1
AB-Skála 3-2
EB/Streymur-Víkingur 1-2