Vit kunnu fáa sjey stig millum nummar eitt og fimm, men vit kunnu eisini fáa eitt ella tvey lið, sum verða langt frammanfyri hini.
Sunnudagin byrjar 17. umfar, har m.a. tvær topp 5 uppgerðir eru á skránni. Oddaliðið NSÍ vitjar HB, sum er nummar fimm, meðan nummar tvey, KÍ, fær vitjan av nummar trý, B36. Skuldi Víkingur vunnið á EB/Streymi, sum roknað verður við frammanundan, so kunnu hesi bæði úrslitini broyta nógv á stigatalvuni. Vit kunnu fáa eitt oddalið, sum liggur seks stig frammanfyri nummar tvey, vit kunnu fáa eitt nýtt oddalið, vit kunnu fáa ein nýggjan tvey’ara og vit kunnu fáa ein mun á sjey stig millum nummar eitt og fimm umframt fleiri aðrar møguleikar.
KÍ og NSÍ hava spælt fýra altjóða dystir og skulu uttanlands aftur dagin eftir landskappingardystirnar. Hvørja ávirkan fer tað at hava á hesar dystirnar. Tey hava fyrimunin við, at leikararnir hava betri dystarvenjing enn mótstøðuliðini, men tey hava eisini leikarar, sum eru hart koyrdir í krevjandi dystum, har teir hava skift millum graslíki og gras. Vit hava onnur ár sæð, at dystir um hetta mundi kunnu geva stór útføll hvønn veg. Evropaliðini kunnu verða flúgvandi, men tey kunnu eisini óvæntað seta stig til móti øllum.
Fýra dystir eru sunnudagin, meðan HB-NSÍ verður mánakvøldið.