Bæði komandi mótstøðuliðini hjá føroyskum feløgum í altjóða fótbólti fara á vøllin í landskappingini um vikuskiftið, áðrenn evropeisku dystirnir í komandi viku.
Lech Poznan, sum verður mótstøðulið hjá KÍ, hevur landskappingardyst á útivølli leygardagin móti Wieczysta Krakow í pólsku Ekstraklasa. Dysturin verður spældur bert tríggjar dagar eftir stóra vónbrotið, tá Lech Poznan misti eina 4–1-leiðslu móti AGF og fór úr Champions League eftir brotssparkskapping.
Í Sveis skal FC Lugano, sum møtir NSÍ, eisini í eldin sunnudagin. Lugano vitjar Grasshoppers í Swiss Super League, áðrenn fyrri dysturin móti NSÍ verður spældur í komandi viku.
Bæði liðini fáa sostatt eina síðstu kappingarroynd, áðrenn tey venda eygunum móti Føroyum.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: