Sermerkt er, at KÍ og NSÍ spæla heimadystin sama kvøld og at NSÍ spælir í Klaksvík, meðan KÍ spælir í Havn. Sum skilst liggja heimadystirnir so tíðliga (kl. 18.30 ímun til 19.45, sum hesi bæði liðini annars hava brúkt síðstu dystirnar), tí at ljósini á Tórsvølli og í Djúpumýru ikki liva upp til krøvini, tá spælast skal seint og í slíkum føri verður lagt upp fyri, at dystirnir kunnu fara í longda leiktíð og brotssparkskapping.
Skráin er hendan:
06.08 kl. 18.00: Lech Poznan-KÍ
06.08 kl. 19.30: FC Lugano-NSÍ
13.08 kl. 18.30: NSÍ-FC Lugano á Djúpumýru
13.08 kl. 18.30: KÍ-Lech Poznan á Tórsvølli