Ongantíð áður hevur eitt føroyskt lið spælt seg víðari, sum hevur tapt fyrru uppgerðina á heimavølli.
Heili 42 ferðir var tað miseydnast, men í gjár breyt NSÍ røðina og gjørdist fyrsta føroyska liðið, sum hevur vunnið seg viðari eftir at hava tapt fyrra dystin á heimavølli.
Hagtølini sum heild fyri føroysk lið, tá tey tapa eru eisini sermerkt, ti 64 ferðir er tað hent, at føroysk lið hava tapt fyrra dystin á útivølli og har hevur bara B36 í 2022 móti Borac Banja Luka vunnið seg víðari.
Tað merkir, at í tilsamans 107 uppgerðum, har føroysk lið hava tapt fyrra dystin, so hevur tað bara tvær ferðir eydnast at spælt seg víðari. B36 móti Borac Banja Luka í 2022 og NSÍ móti FC Koper í 2026.