NSÍ skrivaði føroyska fótbóltssøgu hóskvøldið, tá runavíkingar sendu slovenska FC Koper úr UEFA Conference League eftir brotssparkskapping.
Sambært dystarskránni vóru 978 áskoðarar á Bonifika leikvøllinum í Koper, sum tekur góðar 4.000 áskoðarar. Tað er nakað hægri enn vanliga áskoðaratalið hjá Koper í landskappingini, sum seinnu árini hevur ligið um 800–1.000 áskoðarar.
Eftir dystin var tónin í slovensku miðlunum greiður. Bæði lokalir og landsdekkandi miðlar mettu, at Koper hevði latið ein gyltan møguleika gloppið sær av hendi.
Lokali miðilin Primorske novice, sum hevur heimstað í Koper, hevði fokus á stóra vónbrotið hjá felagnum og á, at evropeiska ævintýrið endaði alt ov tíðliga. Miðilin legði eisini dent á fíggjarligu avleiðingarnar av úrslitinum, tí Koper misti møguleikan at halda fram í Conference League.
Landsdekkandi fótbóltsmiðlar, serliga Planet Nogomet, skrivaðu, at Koper hevði verið favorittur undan uppgerðini, men megnaði ikki at avgera dystin, tá møguleikarnir vóru har. Teir løgdu dent á, at NSÍ vísti stóran karakter og revsaði Koper, tá høvið beyðst. Tað varð eisini staðfest, at føroysk lið enn einaferð prógvaðu, at tey eru sterkari enn nógv uttanlands hava hildið.
Planet Nogomet skrivar eisini, at eftir slíkt úrslit blívur framtíðin hjá venjaranum Zoran Zeljkovi? viðgjørd, hóast hann sum heild hevur fingið góð úrslit í felagnum. Hann hevur ikki góð minni frá føroyskum liðum, tí í bólkaspælinum í 2023 var hann venjari hjá Olimpija Ljubljana, sum tapti 3-0 á Tórsvølli móti KÍ. Miðilin leggur upp til, at úrslitið kann fáa avleiðingar fyri venjaran.