Vit hava hugt eftir, hvørjir møguleikar eru í lutakastinum mánadagin.
Lech Poznan er stórfavorittur at vinna móti KÍ samanlagt í 3. umfari í Europa League og skuldi einki óvæntað hent, so kemur KÍ at spæla røkkstøkkdystir í Conference League. Um Borac Banja Luka kemur víðari í Conference League í kvøld (eru á odda 3-0 frá fyrra dystinum móti Petrocub úr Moldova), so verður KÍ ikki styrkismett. Kemur Petrocub víðari, so verður KÍ styrkismett. Men siga vit, at einki óvæntað hendur og Borac Banja Luka kemur víðari, so kann KÍ møta einum av hesum:
Vinnaranum av FC Drita (Kosovo)-Tre Fiori (San Marino)
Taparanum av Omonia Nicosia (Kýpros)-Lincoln (Gibraltar)
Vinnaranum av Borac Banja Luka (Bosnia &Hersegovina)-ML Vitebsk (Hvítarussland) (um 3-0 heldur hjá báðum í kvøld)
Taparanum av KuPS(Finnland)-U Craiova (Rumenia)
Vinnaranum av Riga FC (Lettland)-Gyor (Ungarn)
At tað er ymiskt um tað er tapari ella vinnari kemst av, at talan er um meistaralið, sum spæla í ymiskum kappingum (Evropa League ella Conference League) í 3. umfari.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: