Tað verður mett sum eitt av størstu avrikunum í søguni hjá AGF, at liðið á útivølli í gjárt vendi einum 4-1 tapi móti pólsku meistarunum Lech Poznan.
Tá AGF skuldi royna at venda 1-4 tapinum móti Lech Poznan í Champions League-undankappingini, vóru vónirnar ikki stórar. So smáar, at stjórin í AGF, Jacob Nielsen, hevði longu byrjað at fyrireika næstu evropeisku útiferðina – til Føroya.
Um AGF hevði tapt samanlagt fyri Lech Poznan, hevði danska felagið í staðin dottið niður í UEFA Europa League, har KÍ bíðaði sum mótstøðulið.
– Eg má viðganga, at eg havi brúkt rættiliga nógva tíð upp á at leggja til rættis, hvussu vit skuldu komið til Føroya, tí tað er trupult at lenda har, og tað eru eingi flogfør tøk, eingi tok og eingi hotell. So eri eg nærum heimsmeistari í tí, um onkur hevur brúk fyri ráðgeving, segði Jacob Nielsen við Viaplay.
Hann skemtaði eisini við, at Lech Poznan helst ikki hevði hug at hoyra hansara góðu ráð um at ferðast til Føroya júst nú.
Í staðin fyri eina ferð til Klaksvíkar eydnaðist AGF at gera eitt av størstu ''comebackunum'' í danskum evropeiskum fótbólti. AGF vann 3-0 í vanligari leiktíð, javnaði samlaðu uppgerðina, og eftir longda leiktíð tryggjaði danska liðið sær víðari luttøku við sigri í brotssparkskappingini.
Harvið verður tað KÍ, sum skal royna seg móti Lech Poznan í 3. undanumfari í UEFA Europa League.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: