HB hevur eina stóra uppgávu fyri framman í kvøld, tá Motherwell vitjar á Tórsvølli í returdystinum í 2. undanumfari í UEFA Conference League. Skotska liðið vann fyrra dystin 2-0 á Fir Park, men eitt styrkt HB-lið skal fáa fyrsta málið fyri at fáa spenning í uppgerðina.
Moses Ebiye og Amidou Diop eru tøkir aftur eftir at hava mist fyrra dystin. Báðir vóru noyddir at verða verandi heima orsakað av trupulleikum við innferðarloyvum til Bretlands, men kunnu nú spæla á heimavølli.
Serliga Moses kennir Motherwell sera væl. Hann spældi fyri skotska felagið undan flytingini til HB fyrr í ár.
Yngsta liðið í Conference League
Motherwell kemur tó til Føroya við einum broyttum og sera ungum liði. Síðsta dyst fingu seks leikarar í uppstillingini sína debut.
Sambært hagtølum hevur Motherwell lægsta miðalaldurin av øllum liðunum, sum higartil hava spælt í UEFA Conference League í hesum kappingarárinum – 23,3 ár.
Tað vísir, at nýggi venjarin, Alfred Johansson, hevur valt at geva ungum spælarum stórt álit. Spurningurin er so, um hesi viðurskifti kunnu hjálpa HB at leypa hvøkk á skotska liðið.
HB hevur áður víst styrki á heimavølli
HB hevur fleiri ferðir prógvað, at liðið kann gera lívið torført hjá sterkum evropeiskum mótstøðuliðum á Tórsvølli og sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, so hevur HB ikki tapt á heimavølli í 10 ár.
Við Moses Ebiye og Amidou Diop aftur í hópinum fær HB bæði meiri ferð, styrki og royndir, og tað gevur føroyska liðnum betri møguleika at leggja trýst á Motherwell frá byrjan.
Skal HB venda uppgerðini, krevst tó eitt framúr avrik. Tað er neyðugt at vinna við minst tveimum málum fyri at tvinga dystin í longda leiktíð, meðan ein sigur við trimum málum sendir HB beinleiðis víðari.
Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 18.00 og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Umrøðan av HB í Conference League 2026 er gjørd í samstarvi við: