KÍ skal í komandi viku spæla móti pólsku meistarunum Lech Poznan í triðja undanumfarinum í Europa League. Hetta hendi eftir, at AGF púra óvæntað vendi øllum í Póllandi og vann eftir brotssparkskapping. Pólska liðið vann 4-1 í Danmark, men AGF vann 4-1 í Póllandi.
Eftir at KÍ fór úr Champions League-kappingini, bíðar nú ein av størstu uppgávunum, føroyskt felagslið hevur staðið yvirfyri seinastu árini. Lech Poznan er verandi pólskur meistari og telist millum størstu feløgini í Póllandi. Á pappírinum eitt størri og betri lið enn AGF, men hóast lítlan favoritt leiklut undan fyrru uppgerðini, so megnaði pólksu meistararnir ikki at koma víðari.
Lech hevur heimavøll á Enea Stadion í Poznan, sum tekur nærum 43.000 áskoðarar. Felagið hevur seinastu árini havt hægsta áskoðaramiðaltalið í pólsku deildini, við umleið 30.000 áskoðarum til heimadystirnar. Landskappingin er júst byrjað aftur og í vikuskiftinum stendur pólska liðið at spæla á útivølli móti W. Krakow.
Danskur venjari
Venjari hjá Lech er danski Niels Frederiksen, sum áður hevur staðið á odda fyri Brøndby IF og vann danska meistaraheitið í 2021. Hann hevur síðani flutt Lech Poznan upp millum fremstu feløgini í Póllandi. Hjálparvenjari er Andreas Hagen, sum áður hevur verið høvuðsvenjari hjá Jóannes Bjartalíð í Fredrikstad.
Kend nøvn
Størsta stjørnan hjá Lech Poznan er svenski áleyparin Mikael Ishak, sum í fleiri ár hevur verið liðskipari og toppskjútti hjá felagnum.
Harumframt hevur Lech Poznan fleiri landsliðsleikarar og eitt akademi, sum er kent fyri at menna stór talent. Millum annað fekk Robert Lewandowski sítt gjøgnumbrot í felagnum, áðrenn hann fór víðari til Borussia Dortmund og Bayern München.
So hóast mótstøðuliðið fyri føroyingar er minni kent enn danska AGF, so er hetta í veruleikanum eitt væl størri felag á nærum øllum økjum. Løtumyndin í kvøld var tó, at AGF var eins gott og betri uppá brotsspørk.
KÍ spælir á útivølli fyrst, hóskvøldið á Summar Festivalinum og so viku seinni í Klaksvík.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: