Eitt skert KÍ-lið stóð annan dystin á rað uttan nakað skorað mál og tá mótstøðuliðið skoraði móti endanum, so endaði tað 1-0.
KÍ hevði sínar málmøguleikar báðar dystirnar, men stóð uttan mál eftir 180 minuttir. Ein høvuðsorsøk var nokk, at Árni Frederiksberg bara spældi 32 minuttir av teimum 180 minuttunum vegna skaða. Fleiri aðrir lyklaleikarar manglaðu eisini, men verjuparturin stóð fyri tað mesta væl báðar dystirnar. Kauno Zalgiris skoraði sigursmálið í 85. minutti og tað merkir, at KÍ nú skal spæla í 3. umfari í Evropa League, har sera torført uppgáva bíðar. KÍ spælir fyrra dystin á útivølli hóskvøldið.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: