Í einum rótutum dysti vann B36 ein uppibornan sigur á grannunum úr AB.
Tað vóru fáir stórir møguleikar í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki kom B36 beinanvegin á odda og málunum stóu tveir av leikarunum fyri, sum komu til B36 fyrr í summar. William Rygaard spældi Pætur Petersen leysan, og hann skoraði. B36 var sum heild omaná og AB hevði torført við at spæla seg til málmøguleikar í einum dysti, sum var merktur av, at hetta var tann fyrsti teljandi hjá báðum liðunum í longri tíð.
B36 fekk sostatt eina góða byrjan undir Jákupi á Borg og kann longu komandi vikuskifti leggja seg á 2. plássið, um tað eydnast at vinna á KÍ, sum tá skal spæla landskappingardyst millum tveir krevjandi altjóða dystir á útivølli.