KÍ og NSÍ spæla á útivølli hesa vikuna.
Hitastigini verða ofta tikin fram, tá føroysk lið spæla. Men tað er langt frá altíð, at mong hitastig eru ein forðing fyri góðum úrslitum. Fyri tveimum vikum síðani vunnu bæði KÍ og NSÍ í nógvum hita í Luksemborg og á Malta.
Tá KÍ spælir mikudagin kl. 17.00 verða um 21 hitastig í Jonava, sum liggur beint við Kaunas í Litava. Tá NSÍ spælir í Koper í Slovenia hóskvøldið kl. 19.45 verða um 31 hitastig.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: